Søgur á Lívsleiðini

Søgur á lívsleiðini
Ymist tilfar úr Vági. Eitt nú myndir, kykmyndir, hendingar og samrøður við fólk, serliga við tilknýti til Vági. Men pláss er fyri øðrum eisini.
Samrøða við Eyðfinn Mørk, sum fortelur um tá ið heim teirra kolaðist upp av eldi í 2 . apríl í 1965, úti í Toftalíð í Vági. Her búði tá Eyðfinn, Ingibjørg, Jens og Julianna Hovgaard.
Tey kundi øll 4 verið deyð av eldinum, tey vaknaði av at sonurin Jens, sum tá var 2 ár fór at hosta. Hettar var húsini hjá Juliannu og Adolf Hovgaard. Sí video her.
Samrøða við Adolf Ryggshamar, um Kríggsárini í Vági. 1, partur. Adolf var raktur av týskum flúgvara sum skeyt vestur ígjøgnum Vágsbygd.
Talan var nok um eina saman hending, tá ið ein týskur flúgvari bombaði á Marknoyri og skjeyt gjøgnum bygdina í 1942, men eg eri ikki vísur í tí.
Eg endurgevið tí keldu frá www.vagsbygd.com “Tann 4. februar 1942 kom eitt týskt flogfar inn yvir Vág.
Flogfarið legði leiðina inn yvir Marknoyri og slepti har fýra bumbur.
Flogfarið helt leiðina áfram vestur yvir Vág og skutu teir við maskinbyrsu frá flogfarinum, meðan flogfarið fleyg vestur yvir bygdini.
Video brot og myndir
Her koma ymisk videobrot og myndir, sum eg havi verið partur av og eisini, er innihaldi um ymiskar søgur.
Leivur Jarnfoss E á facebook ” vágbingum ” um húsabrandin.
Ein óhugnalig nátt, Ingibjørg og Eyðfinn Mørk vóru nýgift og vóru flutt inn til Juliannu at búgva, tey komu út við teirra bera kropp, um eg minnist rætt so fóru allar brúðargávurnar sum tey høvdu fingið i eldinum, haldi meg minnast at ta elsta barni hjá teimum var nýføðingur.
Rosa lá innibrend i kjallaranum.
Føðingardagar
Eg fari at leggja ymiskar føðingardagsheilsanir, sum eg havi skriva gjøgnum árini út her.
Minningarorð
Eg fari at leggja ymiskar greinar um minningarorð, sum eg havi skriva gjøgnum árini út her.
Røður o.a ymiskar politiskar hendingar gjøgnum tíðina
Eg fari at leggja ymiskar røður og politiskar hendingar út á her.
Politiskar hendingar og greinar
- Frá egnum býráðsarbeiði í Tórshavn og úr Vági
- Ymisk gjøgnumførdar ætlanir
- Ymisk kjak og samrøður


Seinasta nýggja á lokalpolitiska økinum
- Innan mentan
- Innan tekniska øki
- Innan barna og ungdómsøki
- Býráðsarbeiði generelt
- Seinastu tíðindir
“Somuleiðis verður tikið samanum um ymiskar hendingar í Vagi.
Eisini koma ymiskar yrkingar, málningar og okkurt skemt at liggja her inni
Levi Rikshamar Mørk
Bloggur
Se
